Ríkisfelagsskapur ella loysing Edmund Joensen, formaður í fyrstu grein í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur, at flokkurin hevur til aðalmál í ríkisfelagsskapi við Danmark at arbeiða fyri hollari og frílyntari menning av Føroya fólki, stjórnarliga og fíggjarliga og vil á øllum økjum reka ein framtakshugaðan politikk á kristiligum mentanargrundarlagi. Víðari verður sagt, at Sambandsflokkurin var við til at orða og at samtykkja heimastýrislógina, og at hann tí eisini til reiðar at gera tær stjórnarligu broytingar, ið hann heldur tæna fólkinum best. Føroyingar eru greiðir um, at ríkisfelagsskapurin tænir fólkinum best. Tað er ein stórur fyrimunur at vera partur av einum størri ríki, sum telist millum tey mest framkomnu í heiminum, eitt land, ið torir at tala stóra Kina ímóti, tá talan er um mannarættindi og sum hevur eitt hav av møguleikum at bjóða sínum ríkisborgarum, eisini føroyingum, bæði í ríkinum og úti um heim. Vit mugu hava eyguni opin fyri hesum veruleika og frítt viðganga, at hesir fyrimunir hava avgerandi týdning fyri okkum bæði í heimligum og altjóða høpi. At vera partur av eini størri systemi er ein stórur fyrimunur, tað tilførir minnu og sárbaru ríkispørtunum orku og stabilitet uttan at tyngja tað stóra systemið í sama mun, hugsið um tær tungu tænastuveitingarnar undirvísingarverkið, heilsuverkið og almannaverkið. Harumframt stendur uttanríkistænasta um allan heim okkum í boði gjøgnum ríkisfelagsskapin. Hetta er ein avgerandi tænasta, sum umsitingini og ikki minst sjófólkinum tørvar. Sjófólk okkara og føroyingar uttanlands merkja einamest stóra týdningin av at vera partur av eini størri ríkiseind, og teir stóru fyrimunir, tað ber í sær. øll henda ríkistænasta heima sum úti stendur føroyingum í boði. Ríkisfelagsskapurin er okkara, so leingi vit føroyingar vilja tað sjálvir og ikki ein dag longur. Hetta er ein sera álvarsamur spurningur, sum hevur víðfevnandi fylgjur við sær. Ongantíð sum í okkara samtíð fella landamørk, politiskt og tekniskt. Liberalur sambandspolitikkur er framtíðin. Yngra ættarliðið hevur serligan ans fyri hesum og vil hava frælsi til sjálvi at velja eisini út um sítt egna land. Fólk velja tey sambandsríki, sum byggja á fólkaræði og fíggjarræði. Tað gevur frælsi og møguleikar fyri menning á øllum økjum. Nú er bert ein sambandsflokkur eftir á Føroya Løgtingi. Føroya fólk hevur verið vitni til seinastu árini, hvussu loysingarflokkarnir hava kappast um at geva heimastýrislógini og dønum skylduna fyri líkt og ólíkt. Teir hava kappast um at krevja broytingar í ríkisfelagsskapsviðurskiftunum, uttan tó at siga, hvat bagir, hvat broytast skal, og ikki eitt orð um, hvat skal setast í staðin. Hetta er eyðkent fyri loysingarflokkarnar. Altíð bestir í andstøðu, bæði politiskt og hugsjónarliga. At vera ímóti fyri at vera ímóti uttan at vita ella viðganga, hvørjum teir skulu vera fyri, tí tað er júst har, svarið manglar. Hvat er at seta í staðin fyri ríkis- felagsskapin, hvat er í roynd og veru alternativið ? Sambandsflokkurin hevur sum stjórnarflokkur síðan 1994 saman við øðrum lagt støðið undir at fáa landið upp á føtur aftur, júst við somu stjórnarskipan, sum loysingarflokkarnir koyrdu landið á húsagang við. Kann tað sigast týðiligari ? Føroyingar vita, at orsøkin til, at føroyska samfelagið fór á húsagang, var vantandi ábyrgd hjá føroyskum politikkarum og onga aðrastaðni. Vit kenna øll alt ov væl líknilsi um bjálkan og flísina. Hetta líknilsi er sera rámandi, tá um ríkisfelagsskapin er at røða. Alt uttan um okkum sjálvi fær skylduna. Skjøl verða funnin fram úr goymslum uttan fyri okkara egnu skipan, men okkara egnu goymslur liggja afturlatnar og goymdar, ella við vilja gloymdar. Sambandsflokkurin góðtekur ikki hugsanarháttin hjá loysingarmonnum at kasta skylduna á ríkisskipanina og onnur, fyri at sleppa undan at sópa fyri egnum durum. Slíkur hugsanarháttur byggir ikki land. Sambandsflokkurin tryggjar føroyingum búskaparligt frælsi og rúmar ræsur í ríkisfelags- skapinum. Hesin málsetningur er fylgdur: Heimastýrið er fingið aftur og afturgongd er vend til framgongd. Við Sambandsflokkinum á odda er framtíðin tryggjað føroyingum, bæði loysingarmonnum og sambandsmonnum.