Samrøða við Hallgerð Didriksen Hallgerð Didriksen er 80 ára gomul. Hon kom úr Kollafirði til Vestmannar í 1937. Og síðani hevur hon búð í Vestmanna. Hon var 21 ár tá kríggið brast á . Hon arbeiddi sum handilskona hjá Otto Jacobsen. Tá var tað ein pinkalítil handil. Skjótt aftaná fór Hallgerð at arbeiða á skrivstovuni hjá honum,og var mest sum álitiskvinna. Skúlabørn á veg til Havnar 1944 Í 1943 fluttu tey niðan í tann stóra handilin. Hann var tá ein av teimum størstu handlunum í Føroyum. Hann hevði bæði heilsølu, matvørur og nógv annað. Smyril og Streymur sigldu við farmi, tvær ferðir um vikuna, ávíkavist týsdag og fríggjadag. Fyri at vørurnar og fakturarnir skuldu koma samstundis avstað, sótu tey ofta og arbeiddu langt út á náttina, tí alt mátti skrivast við hond. Ikki sum í dag, har arbeitt verður til kl. 16-17, og alt verður gjørt á teldu. Undir krígnum var ikki stórt trot á mati, men grønmeti og frukt var ikki hvønndagskostur. Onkrar vørur vóru skamtaðar t.d sukur, margarin, sápa og te. Men tað var bara at læra seg at húsast við tí, sum var. Nakrar vørur vóru forkunnugar, so sum siroppur og sviskur, ið bert komu við longum millumbilum. Siroppurin kom í stórum tunnum, ið síðan vóru settar upp í handlinum.Spunsl var í endanum. Tað var so býtt út á tann hátt, at hvørt húski fekk umleið eitt pund. Tey komu við glaskrukkum og blikkum og fingu so sín part. Sovorðið verður neyvan gloymt. Eitt sum æt pourré, eitt slag av sólberja sólju var eisini skamtað. Tað var bara givið teimum, sum vóru undir 17 ár, sum vitaminískoyti. Og tí vóru menn, ið byrjaðu at fjasa við gentu undir 17 ár, kallaðir ,,Pourréfríggjarar". Otto Jacobsen fekk vørurnar innfluttar úr Onglandi og Danmørk. Hann hevði eitt sum æt ,,licens"(loyvi). Teir sum ikki høvdu tað, máttu keypa frá heilsølunum í Føroyum. Tá Hallgerð byrjaði at arbeiða hjá Otto Jacobsen, fekk hon 25 kr. í løn um mánaðin, men tá hon var liðug har, fekk hon 500 kr. um mánaðin. Handlar í Vestmanna áðrenn og undir krígnum. Á ovara vegi : 1. Hans Guttesen. Har sum bakaríið hjá Regini er nú. 2. Oliver Petersen. Hann hevði eisini ølstovu. Seinni hevði Hans Petersen, sonur Oliver handilin har, sum hann bygdi. 3. Sápuhúsið v/ Johonnu í Innistovu, hon hevði eisini bakarí. Seinni keyptu Lilliba og Hassi handlin og hildu áfram at handla har. Tað er har, sum Ásla Friis býr nú. Á niðara vegi : 4. Sámal Joensen (Sámal hjá Ísakki), handlaði í ,,gamla kongaliga handlinum", eina tíð undir krígnum, men flutti so aftur til Havnar. Húsið varð niðurtikið, kommunan keypti viðin til formar, tá nýggi skúlin (sum vit kalla gamla skúla nú), varð bygdur. 5. Klædnabúðin v/ Johan Jacobsen byrjaði í húsunum á Fitjunum, men flutti so út á mørk, og helt fram í verkstaðnum (har sum Torgið er í dag) hjá, Johs. Nicolaisen (Koffa). Seinni flutti hann í svarta húsið, hinumegin vegin, sum hann hevði keypt. Barndómsheimið hjá Saghild. 6. Otto Jacobsen byrjaði har í húsinum, hjá teimum sjálvum, tað var ein pinkalítil handil, rúmið var lítið, men úrvalið av vørunum var stórt. Bygdi í 1943, tað, sum er Bygdarhús í dag. Hevði bæði : smásølu, heilsølu og umboðaði fleiri fyritøkur - ein stórur handil tá í tíðini. Seinri keypti arbeiðsmannafelagið ognina. Handilin er nú Bygdarhús. 7. Einar Dahl, ættaður úr Vági. Har sum Føroya Banki er. 8. John Olsen, Niels Winther Olsen. Seinni Heðin Winther Olsen. 9. Tummas Joensen, handil og kiosk. Seinni Alma Joensen. 10. Mortan Mørk. Handil (kiosk á keiini), har sum Hans Toftum býr í dag. Bygdi handil har sum Vestmóti er nú og helt áfram har. 11. Garðastovuhandilin. Har sum nýggjari parturin í gamla kirkjugarðinum er. Hans Guttesen, keypti handilin seinni og hevði hotel. 12. D. P. Olsen, handil og bakarí. Har sum La Carreta er nú. 13. Jákup Hansen (Jákup hjá Póli). Seinni Aksel Hansen. Har sum Brogaard er nú. Hatta vóru handlarnir í Vestmanna undir krígnum. Hallgerð fortelur um aðrar hendingar undir krígnum: Aftanfyri skjøldurin til vinstru er verkstaðið (1941) ,,Yvir av handlinum har eg arbeiddi - á loftinum í verkstaðnum hjá Nicolaisen búði eitt herlið av skotum. Hvønn morgun sóu vit hvussu teir vóru vaktir av einum, sum stóð í kilti og spældi sekkjapípu á plássinum, sum nú verður rópt Torgið. Teir høvdu eisini hongt eitt kort í handilsgluggan, yvir allan vígvøllin. Hvønn morgun komu teir so inn í handilin og fluttu ymiskt littar nálir, so hvørt sum okkurt øki var vunnið ella mist. Soleiðis sóu vit, hvussu til stóð við krígnum úti í heiminum. Eingilsmenninir og skotarnir vóru blíðir. Vit tosaðu við teir, hóast vit ikki vóru so køn í enskum. Teir fingu orkestur úr Vágunum og høvdu dans. Ofta 3-4 kvøld á rað. Tá sat eingin genta og kúrdi heima. Tá var at dansa, men ,,dagen derpå" var ikki altíð líka tespiligur. Hóast vit upplivdu fleiri bumbuálop í Vestmanna, hugsaðu vit ikki so nógv um álvaran og vandan, vit vóru í. Vit vóru ung. Ein dagin tá ein armeraður trolari lá við kai, var knappliga luftávaring. Vit fingu ikki stundir at fara í skýlið, ið var ein kjallari undir jørð. Tað var har úti, sum tey kallaðu ,,hjá Akku", har sum Raymund Nielsen býr í dag. Flogfarið var beinanvegin og endamálið var sjálvsagt trolarin, sum lá við kai. Men bumban fall ikki fyrr enn úti á Stíggj. Trolaramenninir komu so algoystir niðan í handilin. Teir høvdu sitið niðri undir og spælt kort. Seinni um kvøldið fóru vit so út á Stíggj at hyggja at staðnum, har bumban var brostin. Tey fingu sær pettir av bumbuni. Vit svóvu við gassmasku undir seingini. Hóast vit livdu mitt í eldinum, luftávaringin var fleiri ferðir um dagin og fleiri bumbir fullu her um leiðir, so gekk gerandisdagurin sum átti alt at vera so". Tá Hallgerð nú lesur um krígstíðina, fer tað henni kalt oman eftir rygginum, serstakliga tá hon lesur um tað, ið fór fram í Danmark. Men her var tað heilt øðrvísi. Danmark og hini londini, har ræðuleikarnir fóru fram, vóru hersett av fíggindum. Tey vóru hersett av vinum. Soleiðis kendist tað í hvørjum førum. Hon letur gleðiliga minnini leita uml. 50 ár aftur, tá tey um morgunin vóru vakt av sekkjapípu tónleiki. Tá kríggið var endað, fóru øll út á vegin, og tá var ikki endi á gleðini.