Edvard T. Jónsson Spurningar og Svar um Bahá'í Trúnna 1. TRÚGV OG RELIGIÓN Gud Sp.: Trúgva Bahá'íar á Gud? Sv.: Ja. Bahá'íar trúgva, at bert ein Gud er til, og at Hann er miskunnsamur Faðir at allari mannaættini. Hon er tískil øll av somu grein - "leyv á sama træi og dropar í sama havi." Sp.: Hvussu fata Bahá'íar Gud? Sv.: Vit kunnu ikki fata Gud við okkara viti og skili, tí Hann hevur skapað alt, ið er til, eisini skil og vit. Vit vita, at evni og orka eru til, men eingin veit at siga, hvat ið hesi fyribrigdi eru í sjálvum sær. Kunnu vit ikki siga frá hesum, sokunnu vit uppaftur minni siga frá Honum, sum hevur skapað tað. Vit kunnu kortini fata Gud ígjøgnum Hansara eginleikar, sum eru rættvísi, miskunnsemi, alskur, trúskapur, vinarlag, tol, o.s.fr. Bahá'í trúgvin Sp.: Bahá'í hvat er tað? Sv.: Tað er ein alheimstrúgv. Fleiri sonevndar heimstrúgvir eru: kristindómur, muhamedstrúgv, gýðingartrúgv, hinduisma, Buddhatrúgv og Bahá'í trúgvin. Bahá'í trúgvin er yngst og hevur uppruna sín í Persia í 1844. Sp.: Hvat er ein alheimstrúgv? Sv.: Ein alheimstrúgv hevur ávísan Boðbera og heilagar skriftir. Felags fyri hesar Boðberar er, at teir hava fingið til uppgávu at bera mannaættini nýggjan boðskap frá Gudi. Hesin boðskapur verður settur fram í líknilsum, lógum, lívsreglum. Endamálið við boðskapinum er, at menniskjað skal røkka hægri andligt stig. Boðberin, t. e. hann, ið setti á stovn heimstrúnna, er Lærari, ið Gud sendi í heimin at kunna menniskju um Gud og hvussu hon kann nærkast Honum. Átrúnaður Sp.: Hví er neyðugt við øllum hesum átrúnaðum? Er ikki nóg mikið at hava ein? Sv.: Í grundini er bert ein trúgv til, tí bert ein Gud er til. Henda trúgv er kortini til í sera ymisligum líki, tí tjóðirnar eru sera ólíkar og hava livað undir sera ólíkum umstøðum ígjøgnum tíðirnar. Hesi mongu frábrigdi av trúnni nevna vit heimstrúgvir. Gud hevur altíð givið tjóðunum leiðbeining í mun til andliga og samfelagsliga støði teirra. Tí eru so nógvar trúgvir til. Gýðingar høvdu andliga leiðbeining fyri neyðini fyri 3500 árum síðani, tá ið Móses kom. 1500 ár seinni fingu teir nýggja andliga leiðbeining við Jesusi. Andliga og samfelagsliga menning teirra var nógv broytt í hesum millumbili. Arabarum tørvaði annað slag av andligari leiðbeining enn gýðingum, tí teirra mentan og samfelagsligu umstøður vóru heilt øðrvísi. Hesa leiðbeining fingu teir við Muhammedi og Koranini. Í dag eru umstøðurnar í heiminum í dag nógv øðrvísi enn tær vóru fyri 2000 árum síðani. Menniskjuni hava t. d. nógv betri kunnleika um heimin og heimsins tjóðir. Nú tørvar øllum heiminum frið, vinarlag og semju. Veruligur friður kemur ikki av sær sjálvum og søgan vísir okkum, at menniskjað ikki fær hann í lag av sínum eintingum. Tí er neyðugt við nýggjari leiðbeining og við andligari endurnýggjan. Hesa leiðbeining hevur Bahá'u'lláh givið mannaættini gjøgnum Bahá'í trúnna. Bahá'u'lláh sigur, at endamálið við trúnni er at "áhugamálini hjá mannaættini verða vard, at hon gerst ein eind og nørir um vinar- og kærleiksandan manna millum." Hann eggjar okkum til at trúgvin "ikki gerst keldan at stríði og ósemjan, hatri og fíggindaskapi." Bahá'u'lláh Sp.: Bahá'u'lláh, hvør er hann? Sv.: Bahá'u'lláh varð borin í heim í Persia í 1817. Hann var sonur ráðharra í persisku stjórnini, men vísti tó frá sær ta politisku embætisleið, ið annars hevði givið honum stórt vald og ríkidømi. Hann segði, at Gud hevði sent hann til at siga heiminum frá, at mannaættin er øll ein ætt, og at heimurin má sameinast og liva sum ein tjóð. Eisini segði Hann: "Allur átrúnaður er sum greinar á einum træi og menniskju sum bløðini á hesum greinum." Sp.: Bahá'u'lláh, hvat merkir hetta orð? Sv.: Tað merkir "Dýrd Guds". Tað er sett saman av arabisku orðunum "Bahá" og "Alláh". Tað er heiti (tittul), eins og eitt nú "Kristus" er veruliga eitt heiti. Orðið "Bahá'í" verður nýtt um tey, ið fylgja Bahá'u'lláh. Sp.: Alláh, er tað ikki gudurin hjá arabarum? Sv.: Alláh er arabiska heiti á Gudi. Bert ein Gud er, men Hann hevur mong ólík nøvn á ymiskum málum. Nevnast kann t.d., at á finnlendskum eitur Gud "Jumalaa". Kortini siga vit ikki, at finnlendingar hava ein serligan Gud, sum eitur Jumalaa. "Gud", "Alláh", "Jumalaa", o.s.fr., eru bert ólík nøvn fyri ein altumfatandi andligan veruleika. Menniskjað hevur givið hesum veruleika mong nøvn og hevur fatað Hann á ymiskan hátt upp gjøgnum tíðirnar. Jesus Sp.: Trúgva Bahá'íar á Jesus? Sv.: Bahá'u'lláh sigur, at orð Krists var Guds orð og at Hann gav seg sjálvan sum loysigjald fyri synd heimsins, og at heimurin harvið fekk nýtt lív. Vit trúgva eisini á Muhammed, Buddah, Móses og aðrar, ið stovnað hava heimstrúgvir sum Guds útvaldu Boðberar fyri hvør sína tíð. Kjarnin í boðskapi teirra ímillum um at vera størstur, tí boðskapur teirra kemur frá sama Gudi, júst sum alt ljós kemur frá somu sól. Boðberin Sp.: Kann ikki eitt vanligt menniskja gerast frelsari, ella, sum tit siga, Boðberi? Sv.: Ein Boðberi sær út sum fólk flest, men hansaraandliga náttúra er av heilt øðrum slag. Hann er eins andliga upphevjaður yvir menniskjuni og menniskjað yvir djórunum. Hann er ímillumlið Guds og okkara og gevur okkum øktan andligan kunnleika. Vit kunnu siga, at Hann er ljósið frá Guds sól. Okkum tørvar hetta ljós og vit kunnu ikki fáa tað av okkara eintingum. Bahá'u'lláh sigur, at kenna vit Boðberarnar kenna vit Gud sjálvan. "Tann sum hevur viðurkent teir, hevur viðurkent Gud. Tann, sum hoyrir teirra orð, hevur hoyrt Guds orð..." Sp.: Hvat skullu allir hesir boðberar til? Er ikki nóg mikið at vera kristin? Sv.: Trupulleikin er tann, at tey kristnu meta sína trúgv at vera ta hægstu og ta endaligu trúnna. Tey siga, at eingin annar sannleiki er. Júst tað sama siga muhammedanarar um Íslam, og eisinigýðingar um Jødadómin. Kristin meta Muhammed vanliga sum at vera svikaprofet. Muhammeddanarar siga, at Kristus er minni enn Muhammed. Gýðingar siga, at øll onnur fara skeiv. Á henda hátt eru heimsreligiónirnar vorðnar til forðing fyri sátt og semju millum fólk. Men Boðberarnir klandraðust ikki sínámillum. Móses profeteraði um Jesus. Jesus viðurkendi Móses. Muhammed viðurkendi Jesus og Móses, segði ongantíð, at Hann var meiri enn teir. Í Gamla og Nýggja Testamenti og í Kóranini er profeterað um nýggjar Boðberar. Um ein við at siga, at ein er kristin, gýðingur ella muslimur, útilokar allar aðrar Boðberar, so gongur hann ímóti skriftunum hjá sínum egna Boðbera. Sp.: Meta ikki Bahá'íar Bahá'u'lláh at vera tann størsta av Boðberunum? Sv.: Nei, tað gera teir ikki. Hetta skilja vit betur, um vit síggja uppá Boðberarnar sum lærar á einum skúla. Teir undurvísa ymiskar aldursbólkar í ymiskum lærugreinum. Endamálið við hesi undurvísing er, at vit verða alsamt betri sum menniskju og nærka okkum Gudi við at menna okkara andligu eginleikar, sum Gud hevur givið okkum.Bahá'u'lláh sigur, at hetta er tað grundleggjandi endamálið við skapanini. Hann sigur eisini, at "allir sannir profetar hava skilt sín boðskap sum í roynd og veru tann sama sum opinberingin hjá øllum profetum í hesum heimi má tó vera misjavnt. Teir hava allir hvør í sínum lagi komið við ávísum boðskapi og hava verið útnevndir til at birtast við serstøkum gerningum. Tað er atvoldin til, at teir tykjast ólíkir í stórleika." Sp.: Halda tit ikki, at Bahá'u'lláh er tann seinasta Boðberin? Sv.: Bahá'u'lláh segði, at Boðberar fara altíð at koma, og at í minsta lagi túsund á ganga áðrenn tann næsti kemur. Boðberarnir eru komnir við ávísum tíðarmillumbilum. Teir fara at halda fram at koma meðan menniskjað er á fold. Í Bahá'í skriftunum er Boðberunum ofta líknað við sólina. Hon kemur upp hvønn dag. Uttan hennara ljós og hita var einki lív á jørðini. Uttan ta leiðbeining, Boðberarnir veita mannaættini og fara at veita henni framyvir, hevði hon týnst. Bahá'u'lláh sigur: "Vegna Boðberarnar verður latin miskun, sum aldri sløknar." Heimurin berti uttan religión? Sp.: Um religiónirnar eru ein forðing fyri semju og friði, var so ikki betri at vera tær fyri uttan? Sv.: Boðberarnir hava givið okkum ta leiðbeining, vit hava havt fyri neyðini til tess at kunna liva eitt mannasømiligt lív og kenna andliga framstig. Høvdu fólk veruliga gjørt sambært hesi leiðbeining, so vóru ongar áneyðir fyri endurnýggjan av trúnni. Sum øll vita hevur menniskjað gjørt tvørturímóti hesum leiðbeiningum. Jesus segði, at teir, ið honum fylgja, skulu kennast av tí, at teir elska hvønn annan. Kortini sigur søgan okkum, at hundraðtúsundtals kristin eru deyð í innanhýsis ósemju og stríði. Muhammed segði, at teir, ið fylgja honum, skulu vísa øðrum religiónum størstu virðing og samhuga. Kortini eru nógvir muhammedanarar í dag kendir fyri at jagstra øðrvísi trúgvandi. Fyri at verja um vald sítt hevur tann skipaða religiónin í mongum førum roynt at hildið almenninginum niðri í fákunnu og fátækradømi. Bahá'u'lláh sigur: "Átrúnaðarleiðarar í hvørjari øld hava forðað fólkinum at sleppa fram at strondum hinnar ævigu frelsu...onkur av girnd eftir harradømi, onkur av fákunnu og vantandi vitsku... Við teirra samtykki og myndugleika hava allir profetar Guds drukkið úr offursins bikari." Soleiðis kann religiónin gerast eitt kúganaramboð og stuðla andligari afturgongd. Hetta er tó bert onnur síðan. Hyggja vit nærri at, mugu vit ásanna, at alt tað góða og framburðarhugaða í okkara siðmentan er komið frá Boðberunum og teimum, ið veruliga gingu í teirra fótasporum er úrslitið av lívinum og boðskapinum hjá teimum og teirra heilhugaða viðhaldsfólki. Sp.: Eru hetta ikki eginleikar, øll kunnu ala fram í sjálvum sær? Sv.: Eginleikar sum ósjálvsøkni og næstrakærleiki eru ikki nakað, sum vit føðast við, ella sum verða til av sær sjálvum. Barn, sum onga leiðbeining fær, lærir ikki næstrakærleika av sær sjálvum. Fyri at nøra um hesar eginleikar má barnið hava ein lærara og eina fyrimynd. Tað sama við mannaættini. Hetta er tann leikluturin, Boðberarnir hava. Tí kunnu vit siga, at religiónin hevur tvinnanda árin: tey, sum koma frá Boðberunum og teirra boðskapi, og tey, sum standast av tulkingum av hesum boðskapi. Tað fyrra er altíð av tí góða, mennandi og stuðlar framgongd. Tað seinna er ofta av tí illa og stuðlar afturgongd, serliga tá tær menniskjuligu tulkingarnar eru gjørdar til kreddur, sum fólk blint skulu trúgva uppá.